Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars

Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars. Tað vaks við 846 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. mars 2018 – 1. mars 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 303, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 543, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 92 størri, og nettotilflytingin 2 minni. Tí verður fólkavøksturin 90 størri.

Størsti fólkavøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

 

403 aftrat í høvuðsstaðnum og 259 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 259. Síðan eru Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin, Vágaøkið og Norðoyggjar. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum minkað við ávikavist 8 og 9 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin tó í Vágaøkinum við 2,4%, í Eysturoy við 2,3%, í Tórshavnarøkinum við 2,1%, Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,7% og í Norðoya sýslu við 0,7%. Minkingin í Sandoyar og Suðuroyar sýslum var ávikavist 0,6 og 0,2%.

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

 

Tilflytingin økist alsamt meðan fráflytingin er aftur vaksin nakað
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er  vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

Meðan tilflytingin blívur við at vaksa og nærkast nú tveytúsund fólkum árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og er heldur vaksin nakað hetta 12-mánaðarskeiðið, samanborið við tað undanfarna, sum sæst á myndini niðanfyri.

Eisini stórur vøkstur í burðaravlopinum

Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nógv størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 303 nú móti 211umdanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 34 fleiri og deyðatalið 58 færri. Burðaravlopið varð sostatt 92 størri.  

 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 193 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 8 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 29, so samanlagda úrslitið varð 156 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrsta ársfjórðing í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Nú er tað serliga í januar 2019. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

 

Ferðin í fólkavøkstrinum heldur fram

Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var veksandi frá 2014 og vaks upp í 1,5% í 2017 og er aftur økt nakað upp í 1,6 - 1,7% síðsta árið.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

 

Kommunurnar: størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum.

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 440 fólkum, og Runavíkar við 81 og Klaksvíkar við 52. Lutfalsliga er vøksturin í Tórshavnar og Runavíkar kommunum við ávikavist 2,1 og 2,0% tó dupult so stórur sum í Klaksvíkar kommunu við 1,0%.

Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Streymoy, Eysturoy og í Vágum.

Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,3%, Eiðis kommunu við 3,4% og Nes kommunu við 2,6%. Vøksturin er eisini stórur við 2,5% í Sunda kommunu, ið røkkur úr Hósvík til Gjáar.  

Í Vágum veksur Sørvágs kommuna við 2,6% og Vága kommuna við 2,3%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Sands og Porkeris kommunum við ávikavist 13 fólkum (2,5%) og 10 fólkum (3,2%)

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 33 fólkum (-2,4%) og 15 fólkum (-3,2%).

Samanumtikið er vøkstur í 18 kommunum og minking ella óbroytt í 11. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

 

Minkar í útoyggjum

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Í Viðoy minkar við 5 fólkum og Kunoy við 4. Av útoyggjum minkar í Hestoy 5, Kalsoy við 4, Skúvoy við 3, Mykinesi við 2 og Fugloy við 1 fólki. Í Stóra Dímun og í Koltri er óbroytt.

Hinvegin er vøkstur í Nólsoy við 6 fólkum og í Svínoy við 2.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

[Rætting: Tøl í myndunum í hesari greinini, sum vóru løgd út fyrrapartin í dag 12.04.2019, eru nú rættaði og dagførd]