Uppgerðin av framleiðslu fyri 2016 og 2017 er dagførd

Tølini fyri framleiðslusíðuna í tjóðarroknskapinum eru nú dagførd til og við 2017. Hetta merkir millum annað, at bruttotjóðarúrtøkan og býtið av virðisøking á vinnur og geirar eru gjørd upp. Partur av útreiðslusíðuni fyri hesi árini, millum annað gjaldsjavnin fyri 2016 og 2017, er tó ikki tøkt enn, tískil er útreiðslubýtið av framleiðsluni á nýtslu, íløgur og nettoútflutning ikki gjørt upp og avstemmað.
 
Uppgerðin vísir millum annað, at bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks við ávikavist 6,9% og 3,3% fyri 2016 og 2017.
 
Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum.