Inntøkubýtið og fátækraváði í 2017

Inntøkubýtið og fátækraváði í 2017

Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2017. Mátini geva eina mynd av nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógvir persónar eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikunum er millum fólkið í landinum. Talva er eisini, sum vísur talið á persónum í inntøkubólkum.

Útgreinað hagtøl á aldur,húskisbólkar,økir og kyn eru í hagtalsgrunninum

Viðmerking: Dagføring er framd í datagrundarlagi og kann hetta viðføra smáar broytingar í hagtølum.