Fólkatalið var 51.705 tann 1. mai

Fólkatalið var 51.705 tann 1. mai. Tað vaks við 860 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. mai 2018 – 1. mai 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 566, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 71 størri, og nettotilflytingin 20 minni. Tí verður fólkavøksturin 51 fólk fleiri.

Munur er millum kynini í fólkavøkstrinum: tað vórðu 519 fleiri mannfólk hetta ársskeiðið, svarandi til ein vøkstur á 2,0% og 341 fleiri konufólk, svarandi til ein vøkstur á 1,4%.

Størsti vøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Streymoy, Eysturoy og í Vágum. Lutfalsliga størstur í Eysturoy við 2,8%.

344 aftrat í høvuðsstaðnum og 316 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 344 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 316. Síðan koma  Vágaøkið við 76 fólkum og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 64 fólkum. Í Norðoyggjum er vøksturin við 55 fólkum væl minni enn í miðøkinum. Í Suðuroy er ein lítil vøkstur við 5 fólkum, og Sandoyar sýslu stendur í stað.

Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,8%, síðani í Vágaøkinum við 2,3%, í Tórshavnarøkinum við 1,8% og í Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,3% og minst av hesum í Norðoya sýslu við 0,9%. Í Suðuroy var vøksturin 5 fólk, svarandi til 0,1%. Í Sandoyar sýslu var ongin vøkstur.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein alsamt veksandi part av fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.682 fólk, ið er 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 293 fólk svarar til 37% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 19.856 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 344 fólk, svarandi til 40% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.159 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 55 fólk svarar bert til 6% av øllum fólkavøkstrinum.

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Tilflytingin økist alsamt meðan fráflytingin ikki minkar longur
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er  vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

Men meðan tilflytingin blívur við at vaksa og er nú um 1.800 fólk árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og liggur á sama støði við umleið 1.200 fólkum sum undanfarnu 4 árini, sum sæst á myndini niðanfyri.

Samanlagda úrslitið av størri tilflyting og minni fráflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og at hon hesi síðstu tvey árini er methøg í tali. Í prosentum var hon eitt vet størri um aldarskifti, tá nógv fólk fluttu heimaftur eftir hópfráflytingina og stóra minking í fólkatalinum í kreppuárunum í fyrru helvt av 1990-unum.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á umleið 450 vend til eina positiva nettoflyting upp á 566 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19.

Eisini vøkstur í burðaravlopinum
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) væl størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 294 nú móti 223 undanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 41 fleiri og deyðatalið 30 færri. Burðaravlopið varð sostatt 71 størri. 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 184 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av dreingjum í føðitalinum og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki, so samanlagda úrslitið varð 178 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er ein trendur, ið hevur verið síðani árskiftið 2018-19, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Sama ferðin í fólkavøkstrinum
Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðstu 4-5 árini, heldur fram, sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var veksandi frá 2014 og vaks upp í 1,5% í 2017 og er aftur økt nakað upp í 1,7% síðsta árið.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 371 fólkum, Runavíkar við 107, Klaksvíkar við 65, Eystur við 63 og Vága kommuna við 57. Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Runavíkar kommunu við 2,7%, nógv størri enn í Klaksvíkar kommunu við 1,3%.

Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,4%, Eiðis kommunu við 3,5%, Eystur kommunu við 3,0%, Runavíkar við 2,7%, Fuglafjarðar kommunu við 2,6% og Nes kommunu við 2,5%.

Í Vágum veksur Vága kommuna við 2,8% og Sørvágs kommuna við 1,6%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Hovs, Sands og Porkeris kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 30 fólkum (-2,2%) og 12 fólkum (-2,6%).

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum, óbroytt í einari og minking í 7. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Minkar í nøkrum útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, ein lítil vøkstur í Suðuroy og óbroytt í Sandoy.

Í útoyggjum er minkað í Fugloy, í Kalsoy, í Hesti, í Skúvoy og í Mykinesi. Hinvegin er vøkstur í Nólsoy og í Svínoy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.