Ørgrynna av hagtølum um íbúgvaviðurskifti dagførd í hagtalsgrunninum

Umframt mánaðarligu dagføringina av íbúgvahagtølum í hagtalsgrunninum, eru nú eisini árstalvurnar við fjølbroyttum, útgreinaðum upplýsingum um íbúgvaviðurskifti so sum fólkatal og fólkasamanseting, hjúnastøðu, føðiland, ríkisborgaraskap, fødd og deyð, livialdur, um flyting innlendis og millum Føroyar og útlond, framskriving av fólkatali o.a. dagførdar fram til og við árinum 2018 og tøkar í hagtalsgrunninum.

Hesar snúgva seg m.a. um:

Fólkatalið:

  • fólkið skift á aldur og kyn í øllum bygdum, kommunum, økjum og oyggjum,
  • fólkið skift á hjúnastøðu, aldur og kyn,
  • fólkið skift á føðiland, ríkisborgaraskap, aldur og kyn,

Fødd og deyð:

  • fødd skift á kyn og móðuraldur
  • føðitíttleiki sum miðaltal fyri hvørja kvinnu
  • livialdur skiftur á aldur og kyn
  • deyð og deyðatíttleiki skiftur á aldur og kyn
  • deyðaorsøkir eftir aldri og kyni

Flyting innanoyggja og millum Føroyar og útlond:

  • innlendis flyting millum bygdir, kommunur, økir og oyggjar
  • fráflyting úr Føroyum skift á tilflytiland, føðiland, ríkisborgaraskap, hjúnastøðu, aldur og kyn,
  • tilflyting til Føroya skift á fráflytiland, føðiland, ríkisborgaraskap, hjúnastøðu, aldur og kyn.

Harumframt eru talvur við fólkatalsframrokning 2019–2058 og um vígslur og skilnaðir.