Verkstova: Fjølmiðlar og komandi løgtingsval

Fjølmiðlarnir eru við at seta dagsskránna til politisk val og víst verður tá á tørvin at finna tøk hagtøl til evni, sum verða viðgjørd.

Hagstova Føroya bjóðar tykkum í hesum sambandi á verkstovu:

Nær: Týsdagin tann 25. juni kl. 9-12.

Hvar: Kvíggjartún 1, Argir

Skráin er hendan:

  1. Soleiðis brúkar tú hagtalsgrunnin
  2. Soleiðis brúkar tú nýggju heimasíðuna, beta.hagstova.fo
  3. Óvissan í veljarakanningunum

Fram til fyrrapart mikudagin 19. juni eru tit vælkomin at senda uppskot til okkum á hagstova@hagstova.fo, um hvørji øki tit kundu hugsa tykkum at hoyrt meiri um á verkstovuni.

Melda til verkstovuna við at skriva teldupost til hagstova@hagstova.fo við upplýsingum um nøvn og teldupost hjá luttakarum. Tit eru vælkomin at hava egna teldu við.

Nýbryggjað kaffi verður at fáa. Vit gleða okkum at síggja tykkum.