Fólkatalið var 51.783 tann 1. juni

51.783 fólk vóru skrásett at búgva í Føroyum tann 1. juni. Tað eru 864 fleiri enn 1. juni í fjør. Trendurin vísir, at fólkatalið hevur verið støðugt vaksandi síðan á vári 2014.

Dagførd og útgreinaði fólkatøl eru at finna í hagtalsgrunninum.

Hví eru fólkatølini ein mánað afturút?
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga eru tað flytingar, ið verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skráset at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og ímillum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.