Nógv færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum - lítil minking í krabbameini

Síðstu tíggju árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í 2005/06 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 77,2 ár og gentubarni 82,2 ár. Nú er hann 79,9 ár hjá drongjabarni og 84,7 ár hjá gentubarni. Í hesum sera stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við góðum hálvumtriðja ári bæði hjá mannfólki og konufólki.

Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí eini stóru høvuðsatvoldini, hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað er ein minni minking í hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini. Hinvegin tað eru fleiri aðrar ymiskar orsøkir, ið nú gera seg meira galdandi.   

Hetta sæst av myndunum niðanfyri, ið vísa deyðaorsøkir í tali hjá monnum og kvinnum ávikavist í 2055/06 og í 2014/15. Av tí at stórt svejgg er í tølunum frá einum ári til næsta, verða tey her gjørd upp sum miðaltøl fyri tvey-ára skeið.


Sjónskt er, at tað fram um alt hava verið hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein, sum fólk eru deyð av, mannfólkini í nakað størri mun enn konufólkini, sum jú liva nakað longri. Men hjá báðum kynum eru tað færri, ið doyggja av hesum atvoldum nú, enn fyri 10-11 árum síðani. Tó er minkingin nógv størri viðvíkjandi hjarta- og æðrasjúkum enn viðvíkjandi krabbameini.

Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við at tær deyðaorsøkirnar, ið eru savnaður undir felagsheitinum “annað”, nú koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðu høvuðsdeyðaorsøkirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsøkirnar eru bara meira ymiskar enn tær hava verið.

Verður hugt eftir muninum millum kynini bæði, so er hann størstur viðvíkjandi hjarta- og æðrasjúkum og viðvíkjandi krabbameini, har tær báðar deyðaorsøkirnar eru munandi vanligari hjá monnum enn hjá kvinnum. Hjá kvinnum hevur minkingin av hjarta- og æðrasjúkum enntá verið so stór, at henda deyðaorsøkin, sum fyri 10-11 árum var nógv tann størsta hjá kvinnum, nú komin aftur um krabbameinið og tær nógvu ymisku orsøkirnar í “annað”.

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 2005/06 til 2014/15, har tað mest sjónska er tann støðuga minkingin í hjarta- og æðrasjúkum sum deyðaorsøk, meðan gongdin við krabbameini er meira sveiggjandi.
 

 

At enda skal viðmerkjast, at hesi tølini snúgva seg um, hvussu nógv doyggja av ávísum sjúkum ella øðrum orsøkum. Tey siga tí onki um, hvussu nógv verða sjúk men blíva lekt, sum t.d. viðvíkjandi krabbameini, har tað er ein veksandi partur av teimum, sum fáa sjúkuna, ið blíva lekt.

Talvur við útgreinaðum deyðaorsøkum, eisini eftir aldri hjá fólki, eru at finna í hagtalsgrunninum her.

(Mynd: LS.fo)