Brellbiti - nýggj heimasíða

Tú kanst nú royna eina nýggja útgávu av heimasíðuni hjá Hagstovuni, sum er undir menning. Heimasíðan kann síggjast á beta.hagtova.fo.

Endamálið við nýggju heimasíðuni er at gera hagtølini hjá Hagstovuni lættari finna og brúka.

Fleiri nýggjar funkur eru á nýggju heimasíðuni.

Eitt nú kanst tú síggja 115 tíðarmyndir ella livandi temasíður. Tíðarmyndirnar eru skipaðar undir fimm yvirskipaði øki: Fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi.

Tíðarmyndirnar vísa grafar og talvur, ið geva yvirlit yvir gongdina innan ymsu hagtalsevnini. Allar tíðarmyndirnar vera dagførdar sjálvvirkandi, tá nýggj tøl eru í hagtalsgrunninum.

Undir hvørjari tíðarmynd eru livandi grafar. Tað merkir, at tú kann halda músina yvir grafin og fært tá at vita, hvat talið er fyri einstaka punktið í grafinum. Grafarnir eru heldur ikki avmarkaðir til at vísa eitt ávíst tíðarskeið, men vísa aftur frá upprunatíðarskeiði fram til seinastu dagføring.

Undir grafunum og talvunum ber til at koma víðari inn á ta talvuna í hagtalsgrunninum, sum ber talgrundarlagið fyri vísta grafin ella talvuna. Á tíðarmyndini ber eisini til at síggja nær hagtølini seinast eru dagførd og nær tølini verða dagførd næstu ferð.

Nýggj leitifunka er eisini ment á heimasíðuni, sum gevur brúkaranum møguleika fyri at leita í tíðarmyndum, talvum í hagtalsgrunnum og tíðindunum samstundis.

Enn vanta funkur á heimasíðuni, men hesar vera mentar so líðandi. Royndarútgávan av nýggju heimasíðuni verður dagførd so hvørt nýggjar funkur eru mentar.

Heimasíðan kann síggjast á beta.hagstova.fo. Um tú hevur rís ella rós til nýggju heimasíðuna kanst tú skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo