Framvegis fleiri enn 26 túsund løntakarar í februar og vøksturin heldur fram

Tølini fyri løntakarar í februar mánaða eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein.

Í februar vóru løntakararnir 26.279 í tali. Løntakaratalið er støðugt vaksið síðani 2013, tá løntakarararnir vóru um 23.700 í tali.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Gongdin vísir, at parturin av mannfólkum síðani 2013 er vaksin eitt vet, úr 51,2% til 51,9%, eftir at býtið hevur verið støðugt síðani 2009.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.

Gongdin er ymisk í høvuðsvinnugreinabólkunum. Størstur vøksturin er í bólkinum ‘bygging og onnur tilvirking’, meðan ein lítil minking sæst í bólkinum fyri ‘fiskivinnu og aðrar ráevnisvinnur’ hetta seinasta hálva árið. Heldur gongdin fram, verða fleiri løntakarar í bólkinum ‘bygging og onnur tilvirkin’ enn í ‘fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum’.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Stutt um trendin

Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.

Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.