HAGVARPIÐ - nýggj tænasta frá Hagstovuni

Tilgjørd mynd

Hagvarpið er nýggj beinleiðis hagtalstænasta, sum vísir feskastu tølini um føroyska samfelagið. Nýggja tænastan er gjørd til kunningarskíggjar, sum tú kanst fylgja við í, tá tú kemur framvið.
Nýggja tænastan vísir eitt úrval av samfelagsviðkomandi hagtølum. Hesi fevna eitt nú um fólk, løn, inn- og útflutning, avreiðingar, gistingar, prístalið o.a. Tølini verða víst í grafum, soleiðis at tey eru løtt at skilja. Grafarnir lýsa gongdina í einum stuttum og einum longri tíðarskeiði. Grafarnir verða dagførdir sjálvvirkandi, so skjótt sum nýggjastu tølini eru tøk.

- Hagvarpið er ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. Vit arbeiða støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka, sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni.

Hagvarpið kann eisini snikkast til at vísa hagtøl, ið eru serliga viðkomandi fyri títt virksemi. Á kommunuskrivstovum kann Hagvarpið t.d. nýtast at vísa fólkatal, burðaravlop, til- og fráflyting í kommununi. Á undirvísingarstovnum kann Hagvarpið eitt nú vísa gongdina hjá ungum fólki innan ymisk øki. Á tíðindaredaktiónum kunna hagtalsøki vísast , sum eru serliga tíðindaaktuel. Í fyritøkum kann gongdin í vinnuni og vinnugreinini vísast. Møguleikarnir og samansetingarnar eru nógvar. Hagstovan kann snikka Hagvarpið til mótvegis gjaldi. Hevur tú hinvegin tíð og førleika, kanst tú sjálv/ur seta tænastuna saman, so hon passar til tín tørv.

- Vit eru spent at síggja, hvussu tænastan fer at verða nýtt, sigur Sigurd Poulsen.

Tú kanst síggja Hagvarpið á hagvarp.hagstova.fo.