Lønarútgjaldingarnar 5,8% hægri í august í mun til sama mánað í fjør

Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við august mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í august 739 milliónir krónur, ið er 5,8% meira enn sama mánað í fjør. Samlaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 8 mánaðirnar av árinum eru 5,8% hægri í mun til sama tíðarskeið í 2016.

(trýst á mynd, so hon gerst størri)

Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trend

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.