Løntakaratalið setur framvegis met

Í september vóru 26.251 løntakarar, árstíðarjavnað, og talið av løntakarum setur soleiðis framvegis nýggj met.

Gongdin í trendinum (t.v.s. rákið í langtíðargongdini) vísir, at ein vøkstur í talinum av løntakarum stendur við. Gongdin hevur verið støðug  síðan byrjanina av 2014.

(trýst á myndina, so hon gerst størri)

Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.