Væl meira av toski og hýsu avreidd higartil í ár

Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd áleið tær somu tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Av tí týdningamesta botnfiskinum er væl meira avreitt av toski og hýsu  - ávikavist 30 og 25%. Upsin vigar tó mest í heildini, og er nakað minni avreitt av upsa, um 9% og 8% minni av øðrum botnfiski.

Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 18%, og er væl minni av  svartkalva komið upp á land í ár.

Av øðrum fiskasløgum enn tey, ið eru nevnd undir botnfiski og flatfiski, er nøgdin áleið tann sama sum í fjør. Av hesum  telur gullaksur nógv mest.

Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet betri enn í fjør, og við undantøkum er avreiðingarvirðið fyri einstøku fiskasløgini yvirhøvur nakað frægari enn í fjør. Virðið á botnfiskinum er vaksið 12%, meðan nøgdin er vaksin 3%.

Á myndini omanfyri og talvuni niðanfyri er avreiddað nøgdin av botnfiski fyri tríggjar ársfjórðingar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, tó síggjast glottar, og er nøgdin av toski og hýsu higartil í ár tann frægasta í fleiri ár.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. at tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

Dagførd og útgreinað uppgerð av avreiðingunum til og við september  2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum her. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.