Arbeiðsloysið niður í 1,2% - størsta minkingin í Suðuroy

Í desembur 2018 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,2%, samanborið við 1,3% mánaðin frammanundan og 2,2% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 363 persónar í desembur í 2018, tað eru 256 færri enn sama mánað í 2017. Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,1% samanborið við 4,8% sama mánað í 2017.

Síður