Fólkavøkstur í sama lag – men nú er ferðin størri uttan fyri høvuðsstaðin

Fólkatalið var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 455 og burðaravlopi á 277. Ein stór broyting er samstundis at síggja í fólkavøkstrinum, tí nú er hann munandi størri uttan fyri Tórshavnarøkið enn í høvuðsstaðnum.

Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

Hagstovan hevur fyrr í summar gjørt upp bruttotjóðarúrtøku og virðisøking í ársins prísum fyri 2014 og 2015, og nú hava Búskaparráðið og Hagstovan við betraðum grundarlagið í felag mett um búskapargongd og –útlit fyri árini 2016, 2017 og 2018. Fyri 2017 og 2018 verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum framroknaður til ávikavist 6,0% og 4,1%. Hetta merkir, at vit í ár sannlíkt hava nøkulunda sama vøkstur í mun til gongdina seinastu 3 árini, men at útlit eru til minni, hóast enn lutfalsliga stóran, vøkstur í 2018.

Síður