Lívsævin longd munandi bæði hjá kvinnum og monnum

Lívsævin hjá kvinnum er nú í miðal 84,7 ár og hjá monnum 79,9 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva næstan 5 ár longri enn ein maður. Síðstu tríati árini er miðal lívsævin hjá kvinnum longd við 6 árum og hjá monnum við 8 árum. Munurin millum kvinnur og menn í lívsævi, sum tá var um 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í 5 ár.

Síður