Fólkatalið 1. apríl var 50.045

Fólkatalið var 50.045 tann 1. apríl. Tað vaks við 762 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016 – mars 2017. Hetta kemur av nettotilflyting á 462, ið er tann størsta í 16 ár og burðaravlopi á 300, ið er tað størsta síðani 2007. Undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Táttar í 26.000 løntakarar

Í februar vóru 25.940 løntakarar, árstíðarjavnað. Seinastu níggju mánaðirnar hevur tað verið vøkstur hvønn mánað, men framvegis restar eitt lítið sindur í, áðrenn tað verða fleiri enn 26.000 løntakar. Eitt stutt tíðarskeið á várið 2008 vóru tað beint yvir 26.000 løntakarar, tað mesta nakrantíð.

Síður