Trivaligur vøkstur í lønargjaldingum seinastu tveir ársfjórðingarnar

Í fyrsta ársfjórðingi 2017 vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.212 milliónir. Hetta eru 41 fleiri enn fjórði ársfjórðingur 2016 og yvir 100 milliónir meira enn hinir ársfjórðingarnir í 2016. Tað er serliga stór framgongd í byggivinnuni, alivinnuni og í skipasmiðjum og smiðjum. Seinastu mongu árini hava pensjónistarnir havt stóra framgongd, og nú ber veruliga til at siga, at pensjónistarnir eru ein týðandi partur av arbeiðsstyrkini.

Síður