Vøksturin í útflutningsvirðinum kemur frá ali- og uppisjóðarfiskinum

Útflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar í ár var 602 mió. kr. hægri enn somu mánaðir í fjør. Tað er ein vøkstur á 15%. Størsti parturin av hesum vøkstri var útflutningur av skipum. Síggja vit burtur frá skipum, varð útflutt fyri uml. 200 mió. kr. meira. Her hevur alivinnan stóran vøkstur við 21% í virði og 28% í nøgd. Viðvíkjandi uppisjóðarfiskinum er eisini stórur vøkstur í útflutningsvirðinum, heili 54%, hóast nøgdirnar eru minkaðar nakað. Stóra minkingin í útflutninginum, bæði í nøgd og í virði, er í botnfiskinum, serliga upsa og hýsu, og í øðrum fiskaúrdráttum so sum fiskamjøli.

700 færri løntakarar enn fyri einum ári síðani

Tað eru framvegis færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í september vóru 23.588 løntakarar, og er tað 713 færri enn fyri einum ári síðani. Samanlagt er afturgongdin um 3%. Nógv størsta afturgongdin er í fiski-, ali- o.a. ráevnisvinnu við 13%, og har er tað serliga fiskatilvirking á landi, ið dregur niður. Tað er eisini minking í byggivinnu og aðrari tilvirking, har tað eru 151 færri løntakarar, ein minking á 5%. Privatar og almennar tænastuvinnur halda tørn. Har vóru eins nógv til arbeiðis í september í ár, samanborðið við í fjør.

Framgongdin í lønunum táttar í prosentið

Framgongdin í lønunum síðan august heldur fram. Eisini í november var meira útgoldið og samlaða framgongdin í ár táttar í 1%. Tað er serliga innan fiski-, ali- og aðra ráevnisvinnu, at framgongdin er stór. Hetta er tí, at meira er útgoldið í hýrum, eins og alivinnan hevur útgoldið meira í lønum. Her er vøksturin so stórur, at tað meir enn uppvigar ógvisligu afturgongdina í fiskavøruídnaðinum. Bæði í byggivinnu og almennari tænastu er lítil framgongd, meðan tað framvegis er afturgongd í privatum tænastuvinnum.

Fólkatalið er minkað seinasta árið

Fólkatalið 1. oktober var 48.391, ið er 54 fólk færri enn 1. oktober 2010. Í tólv mánaðar skeiðinum 1. oktober 2010 til 30. september 2011 vórðu 601 børn fødd, meðan 353 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 251. Samstundis fluttu 1.586 fólk av landinum meðan 1.281 fluttu til Føroyar, ið gevur eina nettoflyting av landinum uppá 305 fólk. Fólkatalið minkaði í 17 kommunum, tað vaks ella stóð í stað í 13 kommunum. Størsti vøksturin, 74 fólk, var í Klaksvíkar Kommunu. Har er fólkatalið í tó framvegis minni enn tað var fyri tveimum árum síðani. Størsta minkingin, 33 fólk, var í Nes Kommunu.

Talið av fulltíðararbeiðsleysum vaks við 90 í oktober

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.669 í oktober, ið er 90 fleiri enn í september mánaða. Arbeiðsloysisprosentið var 6,1. Tað er 0,3 prosentstig meiri enn í september mánað. Býtt á kyn vóru 856 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 813 mannfólk í oktober. Hjá kvinnum vaks talið við 21 og hjá monnum við 69, samanborið við september. Samanborið við í fjør er arbeiðsloysið í oktober størri enn fyri einum ári síðan. Tað vóru 157 fleiri fulltíðararbeiðsleys í oktober í ár, enn tað vóru í november í fjør.

Síður