Veiðinøgdirnar nógv minkaðar og hýsuveiðan í botni

Sjálvt um árið ikki er liðugt, og nakað av tíð er eftir hjá bátum og skipum at royna í, so er einki at ivast í, at feskfiskaveiðan í 2011 fer at roynast væl lakari enn í 2010. Nøgdin á botnfiskinum er higartil í ár minkað nærum 30% í mun til í fjør. Toskurin er minkaður nakað, men nógv størsta minkingin er í upsanum og hýsuni.

Av øllum Norðanlondum er tað í Føroyum, at flest arbeiða parttíð - serliga kvinnurnar

Meir enn 60 pct. av føroyskum kvinnum arbeiða parttíð. Føroyskir menn hava eisini norðurlendsku rekordina á hesum øki, hóast teirra partur er lægri við bara 15 pct. Eisini hægsti arbeiðstíttleikin í Norðanlondum er í Føroyum, bæði fyri menn og kvinnur, og lægst í Finnlandi.

Síður