Útfluttu fyri 7 mia. og innfluttu fyri 6 mia. í januar- oktobur

Útflutningurin var samanlagt 7,2 mia. kr. frá januar til oktobur í ár, tað eru 785 mió. kr. meira enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 10%. Av hesum var fiskavøruútflutningurin einsamallur 7,0 mia. kr., ein vøkstur á 13%. Í sama tíðarskeiði var innflutningurin 6,0 mia. kr., ið er 679 mió. kr. ella 13% meir enn í fjør.

Ferðin í stóra fólkavøkstrinum minkar eitt vet

Fólkatalið var 50.358 tann 1. november. Tað vaks við 662 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. nov. 2016 – 1. nov. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 424 og burðaravlopi á 238. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men hann er lutfalsliga størstur í Vága sýslu og Streymoyar uttan fyri Tórshavnarøkið. Minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Síður