Næstan 50.000

Nú fólkatalið í vár fer upp um tey 50.000, hevur Hagstovan saman við Nám gjørt nakrar søgur um føroysku demografiina, sum er løgd út á undirvísingarportalin SNAR.fo. Tað eru 14 stutt filmsklipp, sum í orðum og grafiskum myndum greiða frá føroysku demografiini. Eisini er eitt filmsklipp um eina leikabygd, ið vit hava bygt, sum á ein øðrvísi hátt vísir hagtøl um føroyska samfelagið.

Útflutningurin 775 mió. kr. og innflutningurin 560 mió. kr. í januar

Útflutningurin í januar í ár var 775 mió. kr., tað eru góðar 100 mió. fleiri enn í januar í fjør. Meginpartin av hesum vøkstri eiga makrelur, sild laksur og toskur. Innflutningurin í januar í ár var 559 mió. kr. Tað eru 19 mió, meir enn í januar í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 83 mió. kr.

Høvuðsstaðurin tekur meir enn helvtina av øllum fólkavøkstrinum

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum frá 1. feb. 2016 til 1. feb. 2017. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið vaks við 396, svarandi til 2,1%. Hetta er meir enn helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali koma síðani Eysturoyar og Norðoya sýslur við ávikavist 139 og 78 fólkum, svarandi til 1,2 - 1,3%. Minsti vøksturin var í Suðuroy við 15 fólkum, svarandi til 0,3%.

Síður