Umsetningurin í handilsvinnuni vaks mest í búnýti og innbúgvi

Umsetningurin í smásøluni verður gjørdur upp hvønn ársfjórðing í trimum høvuðsbólkum, sum eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør vaks umsetningurin í høvuðsbólkinum búnýti og innbúgv knappliga átta prosent fjórða ársfjórðing 2017.

Brúkaraprísirnir farnir 0,9 prosent upp seinasta árið

Fyrsta ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni vøkstur enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 1,0 prosent. Mesti prísvøkstur á 3,1% hevur verið í ymiskum vørum og tænastum, har gjøld fyri fíggjartænastur eiga meginpartin av vøkstrinum.

Síður