6.000 fleiri gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár 2017

Tað vóru 75.602 gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 9% ella 6.205 fleiri gistingar enn sama tíðarskeið í fjør og knappliga 8.000 fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið. 33% av gistingunum vóru hjá ferðafólkið úr Danmark, 26% úr Føroyum, 27% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.

Útflutningurin vaks 480 mió. kr. og innflutningurin 460 mió.

Fyrstu sjey mánaðir í ár var útflutningurin 4,9 mia. kr. Tað er 477 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør og svarar til ein vøkstur á 11%. Samstundis var innflutningurin stívliga 4,1 mia. kr., tað eru 462 mió. kr. ella 13% meir enn í fjør. Hetta tíðarskeiðið var sostatt avlop á handilsjavnanum við 745 mió. kr. higartil í ár, samanborið við 730 mió. í fjør.

Fólkavøkstur í sama lag – men nú er ferðin størri uttan fyri høvuðsstaðin

Fólkatalið var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 455 og burðaravlopi á 277. Ein stór broyting er samstundis at síggja í fólkavøkstrinum, tí nú er hann munandi størri uttan fyri Tórshavnarøkið enn í høvuðsstaðnum.

Síður