Um Hagstova Føroya

Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í landinum. Tað er sostatt Hagstovan, sum kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk. Aðrir almennir myndugleikar, sum fremja hagtalsuppgerðir eiga at samskipa hetta virksemi við Hagstovuna.

Hagstovan er sjálvstøðugur stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, sum innan játtanarkarmarnar sjálvur leggur virksemið til rættis. Í lógini um Hagstovu er tryggjað almenninginum, at hagtølini frá stovninum eru framd uttan politiska ávirkan. Somuleiðis tryggjar lógin, at tær upplýsingar, Hagstovan hevur um hendi, einans verða brúktar til hagtalsuppgerðir og ikki latnar øðrum - hvørki myndugleikum ella einstaklingum.

Hagstova Føroya virkar sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991. Frammanundan var Hagdeild undir Landsstýrinum, sum røkti hagtalsuppgávur.

Í mun til hagstovur í øðrum londum er Hagstova Føroya pinkulítil, meðan tørvurin á hagtølum er nærum eins stórur her sum í øðrum londum. Í mun til áhugan og tørvin verða framleidd alt ov fá hagtøl, og vit leggja tí dent á at fremja mest avgerandi samfelagsligu hagtølini við tí tilfeingi, sum tøkt er.

Mest avgerandi hagtølini, sum vit leggja dentin á, eru tjóðarroknskapur, gjaldsjavni, uttanlandshandil, arbeiðsmarknaður, íbúgvaviðurskifti, vinnugreinahagtøl, inntøkuhagtøl og brúkaraprístal.

Ein avgerandi uppgáva hjá Hagstovuni er útgáva. Vit vilja veita almenninginum so lætta atgongd sum gjørligt til dygdargóð hagtøl við teimum útgávum, vit hava. Komandi tíðina fara vit at leggja stóran dent á, at fáa hagtøl út á internetið, so at tað slepst til eitt so breitt úrval av hagtølum, sum gjørligt er.

Telefontíð er mánadag til fríggjadag millum klokkan 09:00 og 15:00