Vinnuhagtøl

Hagtøl um fyri føroysku vinnuna umfata árini 1998-2003. Hagtølini byggja á ársroknskapir við sundurgreiningum hjá fyritøkum. Hagtølini lýsa vinnuna undir einum og skift á høvuðsbólkarnar:

  • Tilfeingisvinna
  • Vøruframleiðsluvinna
  • Tænastuvinna

Hagtølini fylgja leistinum í tjóðarroknskapinum fyri geiran vinnufyritøkur og umfata allar vinnufyritøkur undantikið einstaklingavirkir, sum eru partur av húsarhaldsgeiranum og fíggjarfyritøkur sum eru partur av geiranum fíggjarfyritøkur.

Virksemi hjá oljufeløgum á føroyska landgrunninum í leitingartíðarskeiðnum er ikki við í tjóðarroknskapinum og tí heldur ikki við í hagtølini. Í mun til tjóðarroknskapin er tó ein munur, almennir stovnar sum hava vinnuligt virksemi t.d. apoteksverkið og rúsdrekkasølan eru partur av geiranum vinnufyritøkur, men eru ikki við í hesum hagtølum. Sí annars 'lýsing av vinnuhagtølum'.
Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnubólkunum og ikki at gera dupulteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.v.s. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í rakstrarúrslitið hjá vinnufyritøkunum.

Grundarlagið undir hagtølunum eru umleið 3.200 roknskapir fyri árini 1998-2003. Fyritøkurnar, sum eru við í uppgerðini umboða millum 75 og 90 prosent av samlaðu lønargjaldingunum.

Greining av føroyskari vinnu 1998-2003

Lýsing av vinnuhagtølum

Vinnugreinaskipan (FV 93)

FØROYSK VINNUGREINASKIPAN 1993 (FV 93)

FÆRØSK BRANCEKODE 1993 (FV 93)

FAROESE BUSINESS CLASSIFICATION 1993 (FV 93)

Vinnugreinaskipan (FV 2008)

FØROYSK VINNUGREINASKIPAN 2008 (FV 2008)