Arbeiðsloysið minkað niður í 1,1% og er metlágt

Í januar 2019 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,1%, samanborið við 2,2% fyri einum ári frammanundan og tað minsta, sum nakrantíð er gjørt upp. Í tali var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør.

Avreiðingarnar fyrstu tveir mánaðirnar í 2019

Uppgerð av avreiðingunum fyri januar og februar 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Stívliga fjórðingur av fiskaútflutninginum fer til Russlands

Í fjør seldu vit fiskavørur til Russlands fyri nærum 2 mia. kr., stívliga fjórðingurin av øllum fiskaútflutninginum. Tilsamans var útflutningurin í fjør 7,5 mia. kr., 900 mió. kr. minni enn í 2017. Men nú komið er inn í 2019, sæst aftur ein vøkstur í fiskaútflutninginum.

Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu eru arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir

Uppgerðin av arbeiðsloysinum er nú víðkað, so hon eisini vísir, hvussu leingi fólk hava verið í arbeiðsloysi. Høvuðsniðurstøðan er, at ein stór helvt ella 54% av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys í styttri enn 3 mánaðir, og at sætti hvør ella 16% hava verið arbeiðsleys í meir enn 12 mánaðir.

Síður