Brúkaraprísirnir eru farnir 0,8 prosent upp seinasta árið
Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,8 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,3 prosent.
Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,8 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,3 prosent.
Fyrstu átta mánaðirnar í ár var útflutningurin 5,4 mia. kr. Tað eru 581 mió. kr. ella 12% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin var somu mánaðir 4,7 mia. kr. Tað eru 497 mió. kr. ella 12% meir enn í fjør.
Vegna góða undirtøku verður skipað fyri eyka verkstovu fyri fyritøkum. Sjey pláss eru eftir til hesa eyka verkstovuna, sum verður fríggjamorgunin 20. oktobur.
Fólkatalið var 50.318 tann 1. september. Tað vaks við 750 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. sep. 2016 – 1. sep. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 479 og burðaravlopi á 271. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum við síðstu uppgerð, at fólkavøksturin er lutfalsliga minni í Tórshavnarøkinum enn í Streymoyar sýslu annars, Eysturoy og Vágum.
Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við september mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í september 750 milliónir krónur, ið er 6,5 % meira enn sama mánað í fjør.