Vit ynskja øllum eitt gott summar

Hagstovan fer í summarfrí 16. juli. Opið verður aftur 6. august

Nakað størri prísvøkstur

Fjórða ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,0 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn triðja ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,8 prosent.

Fleiri enn 26.000 løntakarar í oktobur

Løntakaratalið sveiggjar vanliga eftir árstíðini við nøkrum hundrað hvønn vegin gjøgnum árið. Oktobur er vanliga ein mánaður, ið liggur hvørki á toppi ella í aldudali í hesum sveiggjum, og oktobur í fjør er heldur ikki nakað undantak.

Arbeiðsloysið var 2,0% í novembur

Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,0%, samanborið við 2,6% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 557 persónar í novembur í ár, tað eru 189 færri enn sama mánað í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoy við 1,1%, og tað mesta er í Suðuroy við 4,6%.

Síður