Tríggir fjórðingar av útflutninginum vóru laksur og uppsjóvarfiskur

Útflutningurin í 2017 var stívliga 8,6 mia. kr. Av hesum vóru 8,4 mia. fiskavørur. Samanborið við 2016 vaks útflutningurin 7%, og um vit bert hyggja at fiskavørunum, var vøksturin 9%. Størsti vøksturin var í uppsjóvarfiski og úrdráttum av uppsjóvarfiski, sum saman við laksi vóru næstan tríggir fjórðingar av øllum útflutninginum.

Fólkatalið vaks við 676 í fjør og var 50.498 við ársbyrjan 2018

Fólkatalið var 50.498 tann 1. januar. Tað vaks við 676 fólkum í 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 465 og burðaravlopi á 211. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men lutfalsliga størst í Vága sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið. Nettotilflytingin vaks aftur í 2017, men burðarðaravlopið minkaði munandi.

26.358 løntakarar í november

Tølini fyri løntakarar í november mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki

659 milliónir útgoldnar í løn í januar

Trendurin í januar, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 758 milliónir, ið er 1 millión hægri enn í desember mánaða. Vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið avtakandi síðani árskiftið 2016/2017.

Síður