Yvir 20 mió. kr. meira útgoldið í lønum í juli

Tað vóru góðar 20 mió. kr. meira útgoldið í lønum í juli. Hetta er 3,7% meira enn í juli í fjør. Orsøkin til framgongdina er, at innan fiskivinnu var væl meira útgoldið í juli eins og tað almenna hevði ein lítlan vøkstur.

Fólkatalið vaks við 24 fólkum í juni

Fyrsta hálvár í ár vaks fólkatalið við 192 fólkum, tað eru fimm færri enn sama tíðarskeið í fjør. Vert er at viðmerkja, at 19 færri børn vórðu fødd fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør, hinvegin doyðu 36 færri sama tíðarskeið.

Arbeiðsloysið minkaði í juni

Í juni vóru 87 færri fulltíðararbeiðsleys enn í mai. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,0 niður í 5,7 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið stóð tó í stað við seks prosentum.

Síður