Heildarveiðan 700 tús. tons í 2017 - fýra fimtingar vóru uppsjóvarfiskur
Í 2017 fiskaðu føroysk skip samanlagt góð 700 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 132 túsund tons fleiri enn í 2016 og tað mesta nakrantíð. Fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2017 var uppsjóvarfiskur og harav svartkjaftur nógv tann størsti parturin.