Bráðfeingisuppgerð av bruttotjóðarúrtøkuni 2009

Eins og í flestu londum minkaði føroyski búskapurin í 2009. Ein bráðfeingisuppgerð vísir, at bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum í fjør var 11.784 milliónir krónur samanborið við 12.301 milliónir í 2008.

Avreiðingartøl 1 ársfj. 2010

Avreiðingartølini fyri 1 ársfjóðring 2010 vísa, at nøgdin samantalt á botnfiski er áleið tann sama, sum í 2009.

Arbeiðsloysið í mars var 6,1 prosent

Talið av fulltíðararbeiðsleysum í mars var 1.594, 949 mannfólk og 645 konufólk. Arbeiðsloysið í mars var 6,1 prosent og árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið var 5,5 prosent.

Síður