Avreiðingartøl fyri januar 2011

Tey fyrstu tølini vísa stórt fall bæði í nøgd og virði í mun til 2010. Hetta er nokk fyrst og fremst ein avleiðing av verkbanninum, sum var í fiskiflotanum stóran part av januar mánaði.

Gjaldsjavnin, Ogn og skuld 2009

Nýggjastu tølini fyri Gjaldsjavnan, Ogn og skuld uttanlands fyri 2009 eru nú tøk í hagtalsgrunninum

Færri løntakarar triðja árið á rað

Í 2010 vóru 23.933 løntakarar. Hetta eru stívliga 400 færri enn í 2009 og svarar minkingin til 1,7%. Flest løntakarar vóru í 2007, og síðan tá hevur verið minking hvørt ár, og nú eru nærum 2.000 færri løntakarar.

Lønirnar í januar vóru góðar

Í januar vóru útgoldnar 510 mió. kr. í lønum og er hetta 15 mió. kr. meira enn í fjør. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnum og størsta framgongdin er í fiski- og aðrari ráevnisvinnu, har goldið er 6,6% meira út í lønum.

Síður