Lønirnar í januar vóru góðar

Í januar vóru útgoldnar 510 mió. kr. í lønum og er hetta 15 mió. kr. meira enn í fjør. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnum og størsta framgongdin er í fiski- og aðrari ráevnisvinnu, har goldið er 6,6% meira út í lønum.

Ójavnt býti av íløgunum hjá kommunum

Seinastu fimm árini hava kommunurnar gjørt íløgur fyri góðar 2,5 mia. kr. tilsamans. Í miðal svarar tað til at kommunurnar árliga brúka góðar 10.000 kr. fyri hvønn borgara til at byggja fyri.

Avreiðingarvirðið vaks í 2010

Avreiðingartølini fyri 2010 vísa, at samlaða nøgdin var áleið tann sama sum í 2009 meðan avreiðingarvirðið royndist væl betri - virðið øktist góðar 130 milliónir ella 17%.

Almenna hallið var 569 mió. kr. í 2009

Bæði inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna vóru lægri í 2009 samanborið við 2008, men kortini øktist almenna hallið við 228 mió. kr. í 2009.

Síður