Avreiðingarnar áleið tað sama í nøgd, nakað minni í virði

Avreiðingarnar av botnfiski eru tilsamans áleið á sama støði tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Nøgdin av toski er minkað 11%, og av upsa er hon vaksin 14%. Samlaða avreiðingarvirðið er 6% minni enn í fjør, og yvirhøvur er avreiðingarvirðið fyri einstøku fiskasløgini nakað lakari enn í fjør.

Arbeiðsloysið 2,4% - sum í miðal alt árið

Í september var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,4%, samanborið við 2,8% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 684 persónar í september í ár, tað eru 113 færri enn sama mánað í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoy við 1,2%, og tað mesta er í Suðuroy við 5,7%.

Síður