Brellbiti - royn nýggju útgávuna av heimasíðuni, sum er undir menning, á beta.hagstova.fo.
Les meira um heimasíðuna her.

 

Talið av fulltíðararbeiðsleysum vaks við 90 í oktober

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.669 í oktober, ið er 90 fleiri enn í september mánaða. Arbeiðsloysisprosentið var 6,1. Tað er 0,3 prosentstig meiri enn í september mánað. Býtt á kyn vóru 856 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 813 mannfólk í oktober. Hjá kvinnum vaks talið við 21 og hjá monnum við 69, samanborið við september. Samanborið við í fjør er arbeiðsloysið í oktober størri enn fyri einum ári síðan. Tað vóru 157 fleiri fulltíðararbeiðsleys í oktober í ár, enn tað vóru í november í fjør.

Veiðinøgdirnar nógv minkaðar og hýsuveiðan í botni

Sjálvt um árið ikki er liðugt, og nakað av tíð er eftir hjá bátum og skipum at royna í, so er einki at ivast í, at feskfiskaveiðan í 2011 fer at roynast væl lakari enn í 2010. Nøgdin á botnfiskinum er higartil í ár minkað nærum 30% í mun til í fjør. Toskurin er minkaður nakað, men nógv størsta minkingin er í upsanum og hýsuni.

Løntakarar: afturgongdin er í fiski- og ídnaðarvinnum

Í august í ár vóru 24.007 løntakarar, 747 færri enn fyri einum árið síðani. Samlað er afturgongdin 3%, men hon er at kalla øll í fiski- og ídnaðarvinnuni. Tað er bara í privatum tænastuvinnum, at ein lítil framgongd er at hóma. Her er tað sjóflutningur, ið dregur uppeftir.

Innflutningur og útflutningur javnviga

Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár hava vit innflutt fyri áleið somu upphædd, sum vit hava útflutt fyri, og handilsjavnin vísir eitt lítið undirskot á 57 mió. kr. Sama tíðarskeið í fjør var yvirskotið á handilsjavnanum 245 mió. kr.

Síður