Tað almenna er uppgjørt fram til 2008

Hagstovan hevur nú gjørt almenna geiran upp fram til 2008. Í samband við hetta, er alt tíðarskeiðið 1998 til 2008 eftirhugt og dagført.

Lítil minking í lønunum - annað árið á rað

Seinastu tvey árini hevur verið afturgongd í lønargjaldingunum fyrsta mánaðin í árinum. Í fjør minkaði tænastuvinnan nógv, men í høvuðsheitum er tað byggivinnan sum er orsøkin til afturgongdina.

Fólkatalið 1. januar var 48.660

Burðaravlopið í 2009 var 212 børn. Hinvegin fluttu 268 fleiri fólk av landinum enn tað fluttu til Føroya. Sostatt vóru 56 fólk færri enn tað vóru fyri einum árið síðan.

Arbeiðsloysið í desember mánaða var 5,3 prosent

Arbeiðsloysið var 5,3 prosent í desember, og er hetta er ein vøkstur uppá 3 prosent stig síðan januar. Árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið var 5,3 prosent. 812 mannfólk og 580 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í desember.

Kommunuraksturin vaks munandi í 2008

Í 2008 brúktu kommunurnar 1,7 mia. kr. til rakstur og íløgur og fingu smáar 1,4 mia. í skattainntøkum. Tað vóru serliga íløgurnar sum hildu áfram at vaksa og vóru tær yvir 700 mió. kr. í 2008.

Síður