Fiskaútflutningurin vaks 13% í virði, minkaði 21% í nøgd

Fyrra hálvár í ár var samlaði útflutningurin 4,2 mia. kr. Tað eru 319 mió. kr. ella 8% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Fiskavøruútflutningurin er vaksin við 479 mió. kr. ella 13% í virði, men minkaður 58 túsund tons ella 21% í nøgd.

Fosturtøkurnar fækkaðar stútt síðstu tríati árini

Í 2016 vórðu 26 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er ein triðingur av tí, sum var fyri tríati árum síðani. Gongdin er tann sama, eisini tá vit samanbera við talið av kvinnum í burðarførum aldri og við føðitalið. Samanborið við hini Norðurlondini er fosturtøkutíttleikin nógv lægstur í Føroyum.

Innflutningurin vaks 12% fyrra hálvár

Vit hava innflutt fyri 12% meira fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør. Tað eru 378 mió. kr. meir enn í fjør. Innflutningurin av brennievni er vaksin eina helvt og av akførum ein triðing.

Fólkatalið 1. juli var 50.250

Fólkatalið var 50.250 tann 1. juli. Tað vaks við 734 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum juli 2016 – juli 2017. Hetta kemur av nettotilflyting á 440, ið er tann størsta í 16 ár, og burðaravlopi á 294, ið er tað størsta í 9 ár. Undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Talið av løntakarum ájavnt við tað mesta nakrantíð

Í mai vóru 26.029 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er javnt við tað mesta, sum nakrantíð er skrásett. Í apríl 2008 toppaði talið av løntakarum, og nú, meira enn níggju ár seinni, er sama tal av løntakarum sum tá. Sum útlitini eru, kann tó væntast, at vøksturin heldur fram, og tí verða tað yvir 26.000 løntakarar restina av árinum.

Síður