Meira av toski

Tey fyrstu tølini vísa, at nakað meira av toski er komin upp á land fyrsta mánað í ár samanborið við í fjør. Avreiðingarnøgdin av toski, var eisini vaksandi teir seinastu mánaðarnar av 2009 samanborið við árið fyri.

Størsta arbeiðsloysið síðan 1998

Talið av fulltíðararbeiðsleysum í januar var 1.487, so stórt hevur tað ikki verið síðan á vári í 1998. Í 1998 minkaði arbeiðsloysið, nú er tað vaksandi.

Útflutningurin minkar

Fyribilsuppgerðin av útflutninginum fyri 2009 er nú klár. Hon vísur at virðið av útflutta fiskinum er 6 mió. størri enn í fjør, hóast nøgdirnar eru minkaðar nógv.

Innflutningurin nógv minkaður í 2009

Í 2009 varð munandi minni innflutt enn undanfarnu árini. Tað er tekin um at bæði vinnulív og húsarhaldini hava verði meira varin í teirra keypi seinasta árið.

Síður