Brellbiti - royn nýggju útgávuna av heimasíðuni, sum er undir menning, á beta.hagstova.fo.
Les meira um heimasíðuna her.

Arbeiðsloysið minkaði í mai

Í mai vóru 114 færri fulltíðararbeiðsleys enn í apríl. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,3 niður í 5,9 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 5,9 niður í 5,2 prosent.

Nett tað sama útgoldið í mai

Tað var nett tað sama útgoldið í lønum í mai í ár samanborðið við í fjør, nevniliga 549 mió. kr. Innan almenna fyrisiting og aðra tænastu var nakað meir útgoldið og innan privatu vinnurnar nakað minni útgoldið.

Frágreiðing um tað almenna dagførd

Í frágreiðingini verður nærri greitt frá, hvat tað almenna er og hvat tað almenna ger. Eisini verða talrøðir fyri tíðarskeiðið lagdar fram eins og samanberingar eru við onnur lond.

Síður