Brellbiti - royn nýggju útgávuna av heimasíðuni, sum er undir menning, á beta.hagstova.fo.
Les meira um heimasíðuna her.

 

Nett tað sama útgoldið í mai

Tað var nett tað sama útgoldið í lønum í mai í ár samanborðið við í fjør, nevniliga 549 mió. kr. Innan almenna fyrisiting og aðra tænastu var nakað meir útgoldið og innan privatu vinnurnar nakað minni útgoldið.

Frágreiðing um tað almenna dagførd

Í frágreiðingini verður nærri greitt frá, hvat tað almenna er og hvat tað almenna ger. Eisini verða talrøðir fyri tíðarskeiðið lagdar fram eins og samanberingar eru við onnur lond.

Arbeiðsloysið minkaði í apríl - er gongdin vend?

Í apríl vóru 197 færri fulltíðararbeiðsleys enn í mars. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,2 niður í 5,5 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 5,6 niður í 5,2 prosent.

Síður