Útflutningurin av fiski minkaður eina mia. kr.

Ellivu teir fyrstu mánaðirnar í ár var innflutningurin 7,1 mia. kr. – ein vøkstur á 6% - og útflutningurin umleið 7,2 mia. kr. – ein minking á 11%. Fiskaútflutningurin, ið er 93 av øllum vøruútflutninginum, minkaði við einari milliard hetta tíðarskeiðið.

Fólkatalið var 51.312 tann 1. desembur

Fólkatalið var 51.312 tann 1. desembur. Tað vaks við 898 fólkum ella 1,8% í 12-mánaðarskeiðinum 1. desembur 2017 – 1. desembur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 285 og nettotilflyting á 613. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 62 størri og nettotilflytingin 157 størri. Og fólkavøksturin tí 219 størri.

27.027 løntakarar í oktober

Tølini fyri løntakarar í oktober-mánað eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinað á kyn, vinnugrein og føðiland/ríkisborgaraskap. Í september vóru løntakararnir 27.027 í tali.

Síður