Lítil minking í skrásettum ferðavinnugistingum fyrra hálvár

Tað vóru 76.303 skrásettar gistinætur í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 1.494 ella 2% færri enn sama tíðarskeið í fjør. Stívliga helvtin av hesum gistingum vóru hjá ferðafólki úr Danmark og Føroyum, ein fimtingur úr øðrum Norðurlondum og síðani víðanifrá úr heiminum. Minkingin var úr Føroyum og Danmark – vøksturin úr øðrum norðurlondum og Amerika.

Nakað meir avreitt av toski og hýsu higartil í ár

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu sjey mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Avlop á handilsjavnanum hóast sama innflutning men væl minni útflutning

Vit hava innflutt fyri 3,6 mia. kr. fyrra hálvár í ár, tað sama sum í fjør. Hinvegin var útflutningurin sama tíðarskeið væl minni enn í fjør: 3,9 mia. kr. í ár mótvegis 4,4 mia. í fjør. Tó er framvegis eitt avlop á handilsjavnanum á 300 mió. kr. fyrra hálvár – t.e. munurin millum útflutning á 3,9 mia. og innflutning á 3,6 mia.

Farið er upp um 51-túsund í fólkatali

Fólkatalið fór upp um 51-túsund 1. juli. Tá vóru vit 51.043. Tað vaks við 830 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2017 – 1. juli 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Munandi fólkavøkstur var í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar, har fólkatalið minkaði eitt vet. Og soleiðis hevur gongdin verið síðstu 4-5 árini.

Síður