Mannfólkini eiga nú 62% av øllum lønargjaldingunum

Í 2016 var triðja árið á rað, at mannfólkini fingu størra partin av lønarvøkstrinum. Mannfólk vunnu 5.279 milliónir í fjør, 290 fleiri enn árið fyri, vøksturin er 5,8%. Í sama tíðarskeiði fingu kvinnurnar 3.197 milliónir í løn, 160 fleiri enn í 2015, ein framgongd á 5,3%. Av øllum lønum fáa mannfólk nú 62% og kvinnur 38%.

Triðja árið á rað at lønirnar vaksa yvir 5%

Lønirnar í fjórða ársfjórðingi 2016 vóru 2.166 milliónir, tað hægsta nakrantíð, og sætti ársfjórðingur á rað, at lønirnar vóru yvir tvær milliardir. Úrslitið fyri árið var ein vøkstur á 5,6%. Av vinnugreinunum var størsti vøksturin í ali- og kryvivirkjum við 14% og byggivinnuni við 11%.

Stórar umskiftingar millum løntakarar í handli og umvæling

Í stóru vinnugreinini handil og umvæling hava verið um 3.000 løntakarar síðstu nógvu árini, men hóast tað ikki hava verið tey stóru sveiggini í samanlagda talinum, eru stórar umskiftingar hendar millum løntakarar innanhýsis í hesi grein, m.a. millum aldursbólkar og millum sýslurnar.

500 fleiri løntakarar seinasta árið

Í oktober vóru 25.512 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað eru 527 fleiri enn fyri einum ári síðani, og hevur vøksturin nú staðið við í næstan trý ár, har tað hevur verið ein lítil tilgongd av løntakarum hvønn mánað síðan fyrst í 2014.

Arbeiðsloysið 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum

Í november var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Eftir kyni var tað 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum. Hetta er lægsta arbeiðsloysi í árinum, har tað hevur sveiggjað millum 2,7 og 3,0%.

Síður