Hagstova Føroya er stongd í summarfrítíðini frá mánadegi 15. juli til mánadagin 5. august

Brellbiti - royn nýggju útgávuna av heimasíðuni, sum er undir menning, á beta.hagstova.fo.
Les meira um heimasíðuna her.

Uppgerðin av framleiðslu fyri 2016 og 2017 er dagførd

Tølini fyri framleiðslusíðuna í tjóðarroknskapinum eru nú dagførd til og við 2017. Hetta merkir millum annað, at bruttotjóðarúrtøkan og býtið av virðisøking á vinnur og geirar eru gjørd upp. Partur av útreiðslusíðuni fyri hesi árini, millum annað gjaldsjavnin fyri 2016 og 2017, er tó ikki tøkt enn, tískil er útreiðslubýtið av framleiðsluni á nýtslu, íløgur og nettoútflutning ikki gjørt upp og avstemmað.

Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars

Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars. Tað vaks við 846 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. mars 2018 – 1. mars 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 303 og nettotilflyting á 543. Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoy við 259 fólkum.

Síður