Flest mannfólk í tilflytingini fyrsta ársfjórðingin

Fólkatalið var 50.778 tann 1. apríl. Tað vaks við 789 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. apríl 2017 – 1. apríl 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 213 og nettotilflyting á 576. Síðsta ársfjórðingin hevur verið serliga stór tilflyting av mannfólki. Fólkavøkstur var í øllum sýslum uttan Sandoyar.

8% fleiri gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing

Tað vóru 23.150 gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og umleið 3.500 fleiri enn sama tíðarskeið í 2015, tá sólarmyrkingin var. 42% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Føroyum, 29% úr Danmark, 25% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.

Arbeiðsloysið 2,2% fimta mánaðin á rað

Í mars var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%, samanborið við 2,4% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 610 persónar í mars í ár, tað eru 57 færri enn sama mánað í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Norðstreymi og Norðoya sýslu við 1,5%, og tað mesta er í Suðuroy við 5,0%.

Síður