Brellbiti - royn nýggju útgávuna av heimasíðuni, sum er undir menning, á beta.hagstova.fo.
Les meira um heimasíðuna her.

Arbeiðsloysið minkað niður í 1,4%

Í oktobur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,4%, samanborið við 1,5% mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 387 persónar í oktobur í ár, tað eru 266 færri enn sama mánað í fjør. Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,3% samanborið við 5,3% sama mánað í fjør. Arbeiðsloysi hjá kvinnum er nú tað lægsta nakrantíð.

Nógv meira av toski og hýsu avreitt higartil í ár

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu ellivu mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Fólkatalið vaks við 915 síðsta árið

Fólkatalið var 51.237 tann 1. novembur. Tað vaks við 915 fólkum ella 1,8% í 12-mánaðarskeiðinum 1. novembur 2017 – 1. novembur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 270 og nettotilflyting á 645.

26.940 løntakarar í september

Tølini fyri løntakarar í september-mánað eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinað á kyn, vinnugrein og føðiland/ríkisborgaraskap. Í september vóru løntakararnir 26.940 í tali.

Síður