Tíðindi      
Fólkatalið minkaði við 245 fólkum frá 1. mars 2011 til 1. mars 2012    Dagf.: 11. mai 2012
Fólkatalið 1. mars 2012 var 48.285, ið er 245 fólk færri enn 1. mars 2011. - Í hesum tíðarskeiði vórðu 576 børn fødd, meðan 358 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 218. - Samstundis fluttu 1.716 fólk av landinum, meðan 1.253 fluttu til Føroyar, ið gevur eina nettoflyting av landinum uppá 463 fólk. Heldur hendan gongdin fram árið út, so verður talan um størstu minking í fólkatalinum síðstu 16 árini.  
 
Fallandi løntakaratalið rættar seg nakað    Dagf.: 09. mai 2012
Fallandi løntakaratalið rættar seg nakað Í februar vóru 23.150 løntakarar, 311 fleiri enn fyri einum árið síðani. Tað er ein vøkstur upp á 1,4%. Tað var í februar í fjør, at lægsta tal av løntakarum í 10 ár var skrásett. Ein orsøk var gongdin í fiskavøruídnaðinum. Nú eitt ár seinni eru nærum 400 fleiri til arbeiðis í fiski- og alivinnuni, ein framgongd upp á 11,7%. Tó skal havast í huga í samanberingini við februar í fjør, at tá var henda vinna merkt av húsagangi og verkbanni. Um tí samanborið verður við feb. 2010, eru enn einir 500 færri løntakarar í fiski- og alivinnuni. Í hinum vinnugreinunum er gongdin meira hóvlig. Tað eru 1 til 2% afturgongd í byggivinnu og almennari tænastu. Í privatum tænastuvinnum eru 1,6% fleiri til arbeiðis.  
 
Lønargjaldingar 2,7% størri higartil í ár    Dagf.: 07. mai 2012
Higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir kr. meira í lønum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 2,7%. Tað eru 8% meira útgoldið í fiski- og alivinnuni. Í fiskivinnuni er framgongdin serliga í fiskavøruídnaðinum. Í privatari tænastuvinnu eru 5,7% meira útgoldið. Her er tað er sjóflutningur, sum eigur størsta partin av framgongdini. Í byggivinnuni er áleið tað sama útgoldið í ár, meðan tað innan almennar tænastur er minni útgoldið, og er tað verkfallið í februar, sum enn sæst aftur í tølunum.  
 
Arbeiðsloysið minkaði við 111 í mars    Dagf.: 30. apríl 2012
Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.697 í mars, ið er 111 færri enn í februar mánaða. Tað svarar til eitt arbeiðsloysið á 6,2% og er 0,4 stig minni enn í februar. Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 5,7% í mars, ið somuleiðis er eitt fall á 0,4 stig í mun til februar. Býtt á kyn vóru 848 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 849 mannfólk í mars. Hjá kvinnum minkaði talið við 49 og hjá monnum við 62, samanborið við februar.  
 
Afturgongdin í feskfiskaveiðuni heldur fram    Dagf.: 24. apríl 2012
Verða avreiðingartølini fyri fyrsta ársfjóðring í ár samanborin við sama tíðarskeið í fjør, vísa tølini ein vøkstur á 3% í nøgd og 9% í virði. Men tað kann kanska undra, at vøksturin í nøgd ikki er væl størri í mun til í fjør, hetta tí, at stórur partur av fyrsta ársfjóðringi í 2011 varð merktur av verkbanninum í fiskiflotanum, og at partrolarnir, sum vóru knýttir at Faroe Seafood, ikki fóru til fiskiskap aftur, fyrr enn seinast í februar 2011. Enntá vísa tølini, at hýsu- og toskanøgdin er minkað í ár í mun til í fjør, hóast fiskiskapurin av nevndu umstøðum var rættiliga avmarkaður í byrjani av 2011. Fyrsti ársfjóðringurin í ár gevur sostatt eina ábending um, at feskfiskaveiðan í 2012 neyvan fer at hilnast so væl, og at afturgongdin, sum hevur verið í feskfiskaveiðuni seinastu árini, heldur fram.  
 

______________________________________________________________________________________________________________________________________


 


 


 
 
Prísroknari - Hagstova Føroya

Prísroknari

kr. í samsvara 100,00 kr. í

Sí graf

Nýggjastu Hagtølini      
Fólkatalið 1. mar'12 48 285
Lønargjaldingar mió.kr. jan-mai '12 2 251
Løntakarar í tali feb '12 23 150
Arbeiðsleys í % mar '12 6,2
Feskfiskaveiðan 1 000 tons. jan-mar '12 21,4
Feskfiskaveiðan mió. kr. jan-mar '12 236
Innflutningur mió. kr. jan-mar'12 1 667
Útflutningur mió. kr. jan-mar'12 1 136
Brúkaraprístalið 1. ársfj.'12 (1.ársfj. 2001=100) 120,6
Brúkaraprístalið, ársvøkstur 1. ársfj.'12 2,3%
Dagført: 15. mai 2012
Visti tú at...      

handilsjavnin við Danmark og Noreg gav í 2009 eitt hall uppá ávikavist 827 og 405 mió. kr., meðan handilsjavnin við Bretland gav eitt avlop uppá 573 mió. kr.

sí fleiri tøl

1.440 framtíðarmyndir

Framrokning av fólkatali
- heinta excel ark (skal goymast á telduni)

 1441 framtíðarmyndir
- grein um framrokningarháttin

 

 

 

Hagstova Føroya - Kvíggjartún 1 - Postboks 2068 - FO-165 Argir - Tlf. +298 352800 - Fax +298 352801 - T-postur: hagstova@hagstova.fo